Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Javnstilla akfør í vegskattinum
Spurningar:
1. Fer landsstýrismaðurin at leggja uppskot fram fyri Løgtingið, sum javnstillar el- og vetnisbilar við aðrar bilar í vegskattinum?
2. Um ja, nær verður eitt tílíkt uppskot lagt fram?
3. Um nei, hvør er so orsøkin til hetta?
Viðmerkingar:
Tað koma alsamt fleiri elbilar á vegirnar í Føroyum. Sambært tølum hjá Akstovuni frá 1. juni 2026 so vóru 3.119 elbilar skrásettir av tilsamans 28.411 persónbilum, svarandi til umleið 11% av persónbilunum í Føroyum.
Elbilar rinda bert 1.500 kr. í vegskatti, sum er á leið ein triðingur av tí, sum aðrir persónbilar rinda í miðal.
Samstundis kann staðfestast, at elbilar eru munandi tyngri enn aðrir persónbilar.
Hetta viðførir eitt enn størri slit á okkara vegakervi – sum longu nú krevur munandi viðlíkahald – so hvørt talið av elbilum veksur.
Á Løgtingi, 17. juni 2026
Steffan Klein Poulsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



