Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Eyðdis Hartman Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Evni: Grøna orkuskiftið
Spurningar:
1. Hvussu ætlar samgongan at gera tað lættari hjá húskjum við láginntøkum at fremja orkuskifti?
2. Kann, umframt beinleiðis stuðul til umlegging, eisini sum eitt dømi hugsast, at ein lætti varð givin við ikki at skatta møguliga sølu av yvirskotsorku frá fyrstu krónu?
Viðmerkingar:
Víst verður til § 52 a fyrispurning 52/119/2025.
Í svarinum til omanfyrinevnda spurning verður greitt frá søguligu gongdini í stuðulsskipanum til m.a. elriknar hitapumpuskipanir og elbilar. Nevnt verður, at: “verandi stuðulsskipanir til umlegging frá olju til el hava higartil skorið øll yvir ein kamb. Jú dýrari íløga, tess størri afturbering, uttan mun til inntøkugrundarlag ella hvussu múgvandi ein er”.
Eisini verður, eins og í samgonguskjalinum, sagt frá, at: “ístaðin fyri nevndu stuðulsskipanir ætlar samgongan at gera tað lættari hjá húskjum við láginntøkum at fremja orkuskiftið”.
Tó verða settu spurningarnir um ítøkilig átøk fyri húski við lágum inntøkum ikki svaraðir, heldur ikki nær slík kunnu væntast at verða framd í verki.
Tí verður uppfylgjandi spurningur til sama evnið settur.
Á Løgtingi, 17. juni 2026
Jenis av Rana
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



