Mynd: Lorie Shaull
Mynd: Lorie Shaull
Kendi borgararættinda stríðsmaðurin og forsetavalevnið Jesse Jackson er deyður 84 ára gamal, skrivar NBC.
Familjan lýsir Jackson sum ein persón við stórari trúgv á rættvísi, javnstøðu og kærleika.
– Vit biðja tykkum heiðra minnið um hann við at halda fram at stríðast fyri teimum virðum, hann livdi eftir, sigur familjan, sambært NRK.
Jesse Jackson var tvær ferðir forsetavalevni hjá demokratunum. Í ávikavist 1984 og 1988.
Jackson greiddi alment frá í 2017, at hann hevði Parkinson.
Orsøkin til deyða hansara er ikki upplýst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



