Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen
Vinna

J.F.K. Trol sum er felagið handan Gadus, Arctic Viking, Stjørnuna, Polarhav, Safir og Smaragd hevði 37 mió kr í vinningi í fjør. Tað skal samanberast við 5,6 mió kr árið fyri.

Nettosølan vaks heilt munandi, úr 307 mió kr í 2024 til 427 mió kr í fjør.

 Leiðslan, sum er nøgd við úrslitið, sigur í ársfrágreiðingini, at góðir prísir og góður fiskiskapur hava gjørt úrslitið so gott. 

- Nýggi Gadus tekur alt í land, og mjølið og lýsið hevur nú so góðan prís, at søluinntøkurnar av hesum í stóran mun svara til útreiðslurnar til olju, verður sagt.

Vónirnar um framtíðina eru góðar, heimaflotin hevur higartil í ár havt eitt sindur verri úrtøku, men fiskiskapurin í Barentsahavinum er á sama støði sum hann var í fjør og útlit eru fyri, at kvotan har kann hækka aftur eftir fleiri ár við minkandi kvotum. 

Fíggjarstøðan javnvigar við stívliga einari milliard. Eginognin er 387 mió kr.

Hanus Hansen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #