Bíbliukønir føroyingar og trúgvin kristin kenna søguna um jødarnar og Ísrael. Vit søgunørdar kenna tíðarlinjur, ið galda fyri ríki flest, smá og stór. Við undantøkum varaðu flestu ríki í søguni frá byrjan til enda bert heilt fá 100 ár.
Forn fólkasløg, egyptar, babylonar, persar, assýrar, grikkar, macedonar, rómverjar o.o. bygdu stórveldi úr lítlum upp í mekt og mæti og hvurvu so aftur.
Risar á leirfótum, ið blómaðu og følnaðu, flotnaðu og sukku í tíðarinnar havi.
Nevndu stórveldi vóru fíggindar Ísraels og hvurvu í søgunar øskudunga. Bert lítla Guds Ísrael er eftir nú sum demokratiskt stórveldi ímillum muslimskar sandbunkar í Miðeystri.
Sama gongd í Vesturheimi
Evropisk veldi sum Portugal, Spania, Frakland og Bretland sprettu, blómaðu og følnaðu, sum vit eisini kenna úr søguni, og sum vit enntá uppliva í dag.
Vit eldru minnast Sovjet sum stórveldi til 1990. Hesin sosialistiski risi á leirfótum hevði og hevur eitt BTÚ ájavnt Italia.
Men við sínum krígsbúskapi er Rusland undir tramanum Putin enn sínum grannalondum til stóran ampa og neyð, sami fjandi sum Sovjet á sinni.
Eftir at Nazitýskland fall í 1945, var Evropa spjatt og veikt. Farnu 50 árini er tað savnaða ES hernarliga veikt, men búskaparligt stórveldi ($ 17 bill í BTÚ).
BTÚ hjá Kina við 1,3 mia(?) fólkum var var í 1990 bert 10% av BTÚ hjá USA.
Í dag er BTÚ hjá Kina 65% av USA, ið fyllir 250 ár komandi við $ 27 bill BTÚ, heimsins størsta.
Kanska uppliva vit, at Kina og USA vikna, og onnur lond mennast til stórveldi.
Lítla Ísrael er 4.000 ár og ‘stórveldi’
Ísrael er pinkuland (2/3 av Jútlandi) við 9 mió, t.e. 4-falt so nógvum íbúgvum .
Men Ísrael er stórveldi mentanar- og trúarliga við undantaks langari søgu
Hon byrjaði, tá Gud smbr. Bíbliuni vitjaði Ábraham fyri uml 4.000 árum síðan.
Gud bað Ábraham flyta úr Ur í Kalidea (Irak í dag) til økið, har Ísrael nú er.
Gud gjørdi sáttmála við hann: “Eg skal gera teg til eitt stórt fólk, signa tey og teg. Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið teg bannar, skal eg banna.”
Ábraham fekk sonin Ísak og abbasonin Jákup. Teir tríggir vórðu patriarkarnir og upprunin til Ísraels fólk. Teirra jødiski Gud er eisini Gud okkara kristnu.
Biblian sigur søguna um jødarnar, teirra skiftandi trúgv, vantrúgv og lagnu.
At vera Guds ‘eygnasteinur’, útvalda fólk, er ein forrættur, men áleggur eisini tungar skyldur, sum hvørki jødar ella ‘grikkar’ (heidningar) megna at bera.
Øll mannabørn eru falnir skapningar, ið fattast dýrd og náði Guds.
Gamla Testamenti sigur frá ferð jødanna til Egypt, frá aldalongum trældómi har, frá bjargingini um Reyðahav, heimkomuna til Kánan eftir 40 ára gongd í Sinai og so frá teimum 1.500 árunum við dómarum, kongum og profetum, ið restin av Gamla Testamenti fevnir um.
Føroyingar kenna bíbliusøguna
Vit hava lært bíbliusøgu um lýdni, sigrar, ólýdni og líðingar jødanna. Sjálvt Móses, Guds valdi leiðari jødanna úr Egypt, slapp ikki inn í lyftislandið.
Jósva vann kánanitar, hititar og amoritar. Hann rópti á Gud: “Steðga nú sól í Gibeon og máni á Aijalons dali.” Gud so gjørdi, til Ísrael vann tann sigurin.
Jósva segði m.a. “Eg og hús mítt vilja tæna Harranum.” Jósva legði Jeriko í oyði, so jødarnir sluppu vestur um ánna Jordan og búðu har í 1.500 ár eftir tað.
Ein annar herførari Ísraels var Gideon dómari, ið vann á midianitum, eftir at Harrin hevði roynt hansara trúgv við at lata hann vinna við bert 300 monnum.
Eini 1.000 ár f. Kr feldi Dávid Goliat og vann við Guds hjálp á filistum. Dávid varð Ísraels kongur og herførari í 40 ár. Hann eggjar okkum í Sálmi 122, at vit “Biðja um frið yvir Jerusalem. Væl gangist teimum, ið elska teg.”
Ísrael tunga søguliga lagnu
Nebukanesar rak jødar út í teirra fyrru útlegd í Bábylon árini 597-538 f. Kr.
Titus, Rómakeisari brendi Jerusalem í 70 e.Kr og tók 90.000 jødar sum trælir.
Hadrian, keisari hertók Ísrael í 135 e.Kr. og sendi jødarnar í útlegd í 1.800 ár.
Hetta langa tíðarskeið hava muslimar o.o fólkasløg búleikast um alt Miðeystur
Í Bíbliuni verður Zion nevnt 150, Jerusalem 667 og Ísrael 2.500 ferðir.
Men Zion, Jerusalem og Ísrael eru ikki nevnd í muslimsku Koranini. Tí er uppáhaldið hjá muslimum, at teir eiga rættin til lendið ‘frá ánni (Jordan) til (Miðjarð)havið sama fupp og svindul sum alt annað, ið muslimar trúgva.
Lyftisland Guds hevur best skjal- og fornfrøðiliga prógvaðu fortíð í søguni.
Síðan 1948 hava Ísrael og Jerusalem blómað millum Jordan og Miðjarðhavið.
Sjalom.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



