- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Politikkur

Javnaðarflokkurin: - Í staðin skal ein leistur skipast, har skúlar innanhýsis skipa eftirmetingar og støðuroyndir eftir teirra tørvi, og tá teir halda tað er best fyri tey. Tað sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, nú Løgtingið viðgerð uppskot um landsroyndir.

***

Vit hava skapt eitt eftirlitssamfelag við testum, vikuligum eftirliti, har persónligar dygdir fjara aftur í bakgrundina. Har kjekklistar, flugubein og úrslit eru avgerandi fyri bæði skúlagongd og arbeiðslívi.

Hetta stressar menniskju og gagnar ikki læringini.

Skúlar, skúlanæmingar, lærarar, leiðslur og starvsfólk á arbeiðsmarknaðinum missa gleðina við arbeiði. Vit fáa tí meiri sjúkrafráverur, skúlaaftran, sálarórógv. Og vit trívast ikki í trongu kørmunum, sum vit sum samfelag skapa.

Endamálið við royndum er at eftirmeta tað, næmingar hava lært fakliga, og síðan betra tað, sum ikki er lært. Tað kann gerast við nógvum ymiskum leistum. Landsroyndarleisturin minnir ov nógv um eftrirlitssamfelagið, vit liva í í dag. Álitið á at skúlarnir klára at búgva næmingarnar  til miðnám og arbeiðslívið er minkandi. Eins og man í samfelagnum missir álitið á at starvsfólk røkja sítt arbeiði.

Í staðin skal ein leistur skipast, har skúlar innanhýsis skipa eftirmetingar og støðuroyndir eftir teirra tørvi og tá teir halda tað er best fyri tey.

Hetta vil hava við sær, at trýstið um at gerast fremst, alment er burtur. Testirnar kunnu sammetast við meistaraskapshugsan. Tað verður dúgliga vant til at klára testina, heldur enn at hugsavna seg um at læra dagligu førleikamálini fyri lærugreinina og at røkka námsætlanina. Bæði lærarar og næmingar kenna seg vigaðar eftir úrslitum, sum í besta førið eru misvísandi.

Hetta tekur orku og grípur óneyðuga nógv inn í hugsavnan og fordjúpan hjá næmingunum og í undirvísingina hjá lærarunum.

Næmingarnir eiga hinvegin at varðveita bæði orku, vilja, forvitni og náttúruliga áhugan at læra. Hann stimbra vit við m.a. at gera verkætlanararbeiði og kanningararbeiði í samstarvi. Hetta eftirmeta skúlarnir eftir teirra leisti.

Vit skulu sjálvandi eftirmeta læringina í øllum lærugreinum. Men tað nýtist ikki at gerast við summativum leistum, sum bert leggja upp til úrslit. Vit eiga at arbeiða meira við læring gjøgnum prosessina, heldur enn bara meta um úrslit.

Dugnaskapur liggur eisini í dannilsi. Arbeiðsemi. At samstarva. At verða kannandi og at finna nýggjar møguleikar o.s.fr. alt dygdir, sum lívið krevur dagliga.

Vit skulu minnast til, at øll skulu ganga í skúla. Børnini sleppa ikki at velja, og tí má skúlin verða alment dannandi og ikki bara ein gátt til hægri lestur, og summi fara ongantíð aftur í skúla. Fólkaskúlin er ikki eitt universitet. Hann er ein búgving til lívið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #