Kærustovnurin fekk metnógvar kærur um psykiatrisk sjúklingamál í fjør. Heili 25 slíkar kærur komu, og tað er met síðani kærustovnurin byrjaði at viðgera hesar kærur í 2009, tað kann millum annað lesast í nýggjastu ársfrágreiðingini.
Árið 2025 var eisini fyrstu ferð, at Kærustovnurin varð settur við 5 løgfrøðingum at avgreiða eitt mál. Talan var um eitt skatta- og avgjaldsmál, sum varð mett at vera serliga meginregluligt og tí vóru fimm løgfrøðingar við í viðgerðini.
Heili 441 mál vóru móttikin og 440 avgreidd.
Eisini sæst, at viðgerðartíðirnar yvirskipað eru góðar og at helvtin av málunum, eins og undanfarna ár, eru avgreidd innan fyri ein mánaða, sigur Kærustovnurin.
Somuleiðis kann staðfestast, at raðfestingin at avgreiða øll mál, sum vóru innkomin áðrenn 2025, bar á mál. Tí hevur Kærustovnurin nú bert mál til viðgerar, sum eru innkomin í 2025 og seinni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



