Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis
Lesarin skrivar

Bjørn Kalsø á Facebook: Ikki sørt at kalsoyingar stúra fyri, hvussu tey, ið ráða fyri borgum, fara at handfara “bumbuna”, sum brast í føvninginum á teimum, sum ætlaðu at seta Teistan í sigling, uttan at gera neyðugar íløgur í ferjulegurnar á Syðradali og í Klaksvík ..

Virkandi strandferðslustjórin segði herfyri, at neyðugt verður at leingja norðara grótkast og atløgusíðu í ferjuleguni á Syðradali við 60 metrum, um Teistin & nýggja kalsoyarferjan skulu sigla regluliga.

Uttan iva eru aðrar kostnaðarmiklar broytingar eisini neyðugar.

Talan verður tí mest sannlíkt um íløgur fyri útvið 100 mió í ferjulegurnar báðar.

Nýggja ferjan kostar millum 180 og 200 mió. Og árligu rakstrarútreiðskurnar til ferjuna liggja um 22 mió.

Við útlitum at gera íløgur fyri útvið 300 mió í ferjulegur og ferju, umframt framtíðar skiparakstur, liggur ikki fjart at seta spurningin:

Hví ikki byggja undirsjóvartunnil í staðin?

Undirsjóvartunnil stytstu leið úr Klakkinum í Kalsoynba kostar millum 450 - 500 mió alt eftir, hvussu hann verður bygdur.

Rakstrarútreiðslurnar verða 4 mió árliga.

Íløgan er størri í tunnil, - men raksturin nógv lægri.

Tosa vit um nyttu fyri Kalsoynna, ber mest sum ikki til at samanbera.

Nýggj ferja, íløgur í ferjulegur og skiparakstur, flytur oynna minst 50 ár aftur í tíð.

Harafturímóti flytur undirsjóvartunnil oynna fram í nútíðina. Tað er sjón fyri søgn allastaðni, har undirsjóvartunlar eru boraðir.

Rættast er tí, at flyta peningin, sum er játtaður til nýggja ferju, ferjulegur og skiparakstur á kalsoyarleiðini í eina undirsjóvartunnilsverkætlan í Kalsoynna í staðin.

Tá skal ikki so nógv til afturat.

- Og vónin um, at koyrandi verður um nøkur ár birtist ..

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #