Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Vinna

FaroeDive: Føroyska kavaravinnan mennist og styrkir seg alsamt.

Fleiri og fleiri velja at útbúgva seg innan vinnukaving og fáa sær kavingina sum sítt yrki.

At føroysk vinnukaving mennist sæst millum annað á broytta útbúgvingarmynstrinum.

Fyri nøkrum árum síðani valdu flestu kavarar bert at taka grundútbúgving í vinnukaving.

Í dag er støðan broytt soleiðis at flestu kavaranæmingarnir hava áhuga í størru prógvunum, sum t.d. slangukaving.

Tá kavarar hava prógv sum slangukavarar fáa teir loyvið frá mynduleikunum millum annað at bora, sveisa, skera, brenna, slípa o.s.fr. 

Í filmsbrotinum síggja vit Hjørtur Sólstein úr Syðrugøta sveisa niðri á botni, fyrr í dag, niður við Norðhavnina.

https://youtube.com/shorts/PRpeEijJ4D0?si=UFnFP5RCCoZDhGI7

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #