Í eini kenslubornari áheitan til tey sum hava burturført 84 ára gomlu mammuna heitir kendi amerikanski sjónvarpsverturin Savannah Guthrie nú á tey sum vita nakað um at vísa næstrakærleika, miskun og at gera tað rætta.
Nancy Guthrie, sum er sjúk og bundin av heiligvági, hevur ikki verið at sæð síðani 31. januar tá familjan setti hana av við heimið í býnum Tucson í statinum Arizona. Á videoupptøkum sæst eitt fólk sníkja seg runt uttanfyri húsini, og tey halda, at hesin persónurin allarhelst er farin avstað við mammuni.
Nancy Guthrie er mamma Savannah Guthrie sum er vertur í væl umtóktu tíðindasendingini "Today" hjá sjónvarpsstøðini NBC.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



