Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
Innlendis ítróttur

FSF: Mikudagin og hósdagin varð fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið hjá kvinnum á skránni.

Mikukvøldið vann KÍ 5-0 á útivølli ímóti Skála. Málini gjørdu Durita Hummeland, Sanna Svarvadal, Sólja Ernstdóttir, Tórunn Højgaard Joensen og Malena Olsen.

Hóskvøldið møttust B36 og 07 Vestur, og NSÍ og Víkingur. Sissal Haraldsen og Evelin Mastropasqua syrgdu fyri at vágakvinnur vunnu 2-0 í Gundadali, og við Løkin í Runavík vann Víkingur 1-0 við máli sum Fríða Magnussen skoraði.

Sostatt verða KÍ, 07 Vestur, Víkingur og HB – sum við lutakasti kom beinleiðis víðari – í glasbollanum, tá lutakastið til hálvfinalurnar verður avgreitt tann 27. juni. Tá verður eisini kastað lut um, hvussu spælast skal í minnu steypakappingini hjá kvinnum.

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 22. og 23. august, meðan seinnu hálvfinalurnar eru á skránni 2. og 3. septembur. Finalan um Løgmanssteypið hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 19. septembur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #