Kirkjuliga Heimamissiónin: Komandi leygardag 11. apríl bjóðar Kirkjuliga Heimamissiónin til Ársmøtið í Leguhúsinum í Nesvík, har vit hoyra um gongdina í missiónsarbeiðinum, og har missiónsfólk í øllum ættarliðum og úr øllum landinum samlast.
Seinnapartin kl. 14:00 verða frágreiðingar um arbeiðið frá formanninum, Hera Kjærbo, og aðalskrivaranum, Jákup Brúsá, umframt fíggjarfrágreiðing, har ársroknskapurin fyri 2025 verður lagdur fram. Møguleiki verður eisini at seta spurningar og gera viðmerkingar.
Eftir ein kaffisteðg verður byrjað aftur kl. 16:00 við seks stuttum framløgum, ið lýsa ymsar tættir av strategiska arbeiðinum í rørsluni, bæði lokalt og í felagsarbeiðinum:
1. Spírar – bíbliuundirvísing til børn á netinum
2. Praktisk tænasta – handaligt og andaligt arbeiði
3. Volontørarbeiði í Íslandi (samrøða við Magnus H. í Hjøllum og Andrias Garðsá, ið eru ungdómsvolontørar í Íslandi)
4. Døgurði til bygdafólkið á Skála
5. Smábólkar í Fuglafirði
6. Nýtt ungdómsarbeiði á Sandi
Aftaná eru øll boðin til nátturða.
Foreldur við smábørnum nýtast ikki at setast aftur, tí hóast frágreiðingar og framløgur seinnapart eru í høllini, verða tær eisini vístar á stórskíggja í matarsalinum. Har verður eisini ein spælikrókur gjørdur til tey minstu børnini.
Møti og ungdómsmøti um kvøldið
Ársmøti endar við einum sangmøti kl. 19:00 um kvøldi og einum ungdómsmøti kl. 21:30. Til sangmøtið verður ein framførsla frá bólkinum Tabitha og andakt við Pól Johannesen. Aftaná verður bjóðað til drekkamunn.
Dagurin endar við ungdómsmøti, har Durita F. Lamhauge syngur, og Alfred Olsen talar yvir evnið ’Hvar ert tú í tínum trúarlívi?’. Aftaná verður drekkamunnur.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Skráin fyri Ársmøti sæst á www.mission.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



