Mynd: Klaksvíkar kommuna
Mynd: Klaksvíkar kommuna
Gjaldførið hjá Klaksvíkar kommunu er so mikið vánaligt, at kommunan nú má útvega sær ein rakstrarkreditt, skrivar KVF.
Umsitingin hjá kommununi mælir til, at kommunan útvegar sær 20 milliónir krónur í rakstrarkreditti, "orsakað av teprum gjaldføri", sum umsitingin orðar seg.
Fíggjarnevndin í Klaksvíkar býráð tekur undir við tilmælinum frá umsitingini, og málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld, skrivar KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



