Nýggi føroyski bólkurin Kóboykex, sum er mannaður av Heiðriki á Heygum og Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys, geva út teirra staklag Ghosted frá teirra komandi plátu Wagon Wheels
"Ghosted”, er eitt dansivinarligt lag við einum reinum, digitalum ljóði, sum hóskar væl til okkara internettíð, har kærleiki í dag kann blóma, hvørva og enda í tøgn.
Orið “Ghosted” sum er slang fyri at vera ignoreraður á netinum, snýr seg um at vísa sínar kenslur fyri onkrum á netinum og bara verða møttur við tøgn. Hettar er eitt til tey ørkymlaðu ið royna at finna kærleikan á swipe-appum í nútímans kærleiks marknaðinum.
Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” . Eisini sangir sum "Kanska" og "Koyri heim" við bólki hansara Einangran.
Sigmund er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og hann er við at byggja sær stórt navn upp á uttanlanda punk scenuni.
Heiðrik og Sigmund siga, teir ætla at geva fleiri stakløg út áðrenn heildar útgávan Wagon Wheels kemur út í vár. Ætlanin er at gera videoløg til øll stakløgini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



