Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak
Onnur tíðindi

Krabbameinsfelagið: Krabbameinsfelagið og Spyr.fo hava júst undirskrivað nýggja samstarvsavtalu.

Samstarvið partanna millum, sum í ár hevur tíggju ár á baki, hevur sambært báðum pørtum eydnast stak væl, og tí er avtalan nú endurnýggjað.

Tað var í 2015, at Spyr.fo tók stig til eina nýggja, øðrvísi talgilda tænastu, ið bjóðar skjótar spurnarkanningar umvegis fartelefonina.

Flest allir føroyingar munnu í dag kenna Spyr.fo - eitt nú frá veljarakanningum, og nógv hava eisini luttikið í kanningum.

Men fleiri av okkum vita kanska ikki, at hvørja ferð ein fyritøka, stovnur, felagsskapur ella onnur gera eina Spyr-kanning, verða 4 krónur latnar Krabbameinsfelagnum í stuðuli fyri hvønn luttakara í kanningini.

Hetta ljóðar kanska ikki av nógvum, men tá ið millum 500-700 fólk svara einari kanning, verður hetta skjótt ein munandi upphædd, sum altso fer óskerd til Krabbameinsfelagið.

Og stuðulin frá Spyr.fo kanningunum hevur munað sera væl í arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum hesi seinastu tíggju árini.

Vit eru sera glað fyri samstarvið og takksom fyri stuðulin. Vit tosa um eina upphædd, sum hesi árini er umleið 850.000 krónur samanlagt. Stuðulin hevur gjørt stóran mun í okkara arbeiði at hjálpa fólki, ið hava ella hava havt krabbamein og eisini á bæði granskingar- og fyribyrgingarøkinum, sigur Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.

___________________________________________________________________________________

Um Spyr.fo
Spyr.fo er ein skjótur og álítandi máti at gera spurnarkanningar millum føroyingar. Spyr.fo vendir sær til føroyska vinnulívið, skúlar, stovnar, felagsskapir, marknaðarfólk, fjølmiðlar, politiskar felagsskapir og onnur, sum hava brúk fyri at gera álítandi spurnarkanningar.

Fleiri enn 7000 føroyingar eru við í svarpanelinum, sum umboðar fólkasamansetingina í Føroyum væl. Bæði viðvíkjandi kyni, aldri og bústaðarøki.

Útisetapanel
Sum nakað nýtt er Spyr.fo farið undir at byggja upp eitt útisetapanel við føroyingum búsitandi uttanlands. Endamálið er at geva útisetum eina rødd í Føroyum og føroyskum vinnulívi, myndugleikum o.ø. møguleika at hoyra meiningina hjá útisetum um viðkomandi viðurskifti.

Um tú hevur hug at vera við í spennandi spyr-kanningum og samstundis stuðla Krabbameinsfelagnum, skrásetur tú teg her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #