Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire
Bøkur

SPROTIN: Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverkini hjá Putin eru framd. Her sigur hann søguna um spakuliga kvettið móti russisku grundlógini, sum Putin fýra ferðir hevur svorið trygdareið til.

Nógv hava óttast Vladimir Putin, men fá høvdu væntað ráu innrásina hjá Russlandi í Ukraina. Hvussu kundi leiðarin í okkara stóra grannalandi gerast so totaliterur og vandamikil?

Hetta er eisini søgan um nútíðar Russland, frá sorgarsøguni hjá familjuni Putinu undir øðrum veraldarbardaga, uppvøkstrinum í Leningrad og til skrædlið hjá Sovjetsamveldinum, sum gjørdist álvarsamt fyri agentin Putin. Eftir eitt stutt andarhald av frælsi í 1990-árunum, táttaði Putin, forseti, stig fyri stig takið og evnaði eitt nýtt Russland við ógvusligum ójavnum og við stórtráan at endurreisa landið sum stórveldi.

Aage Storm Borchgrevink sigur: «Hvør tíð hevur sína fasismu. Ætlanin hjá Putin er eftir mínum tykki fyri Europa stóra søgan í okkara øld. Hon snýr seg um íkomuna av einum nýggjum og meira sofistikeraðum slagi av einræðisleiðara enn teir í undanfarnu øld, klæddir í prangandi búnum. Harumframt snýr hon seg um demokratisku afturstigini, men eisini um styrkina í fólkaræðinum – sum Putin í hesum døgum ímóti sínum vilja lærir í Ukraina. Søgan er týdningarmikil, men sveipað í ørkymlan, propaganda og ideologi. Tí má søgan verða søgd.»

Ivast tú í, hvat tú skal geva studentunum til gávus, so er henda bókin eitt ógviliga gott boð. 

Hon er viðkomandi, upplýsandi og forvitnislig.

Bjarni Djurholm týddi. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #