Ein sunnur marknaður krevur javnbjóðis kapping, men í Føroyum síggja vit stór feløg breiða seg inn á øki hjá smærri privatum fyritøkum. Er hetta úrslit av serstøkum dugnaskapi, ella liva vit við eini skipan við bygnaðarligum krosstuðli, skaptum av politiskum passiviteti? Hesum spurningi fari eg at gera alt fyri at fáa svarað.
Ein sunnur marknaður byggir á ta einfaldu fortreyt, at tann, ið er mest effektivur og veitir bestu tænastuna ella vøruna til lægsta prís, vinnur kappingina. Men hvat hendir við samfelagsbúskapinum, tá henda grundleggjandi fortreyt verður avlagað av ósjónligum fíggjarstreymum (krosstuðli)?
Í sínum simpla formi er krosstuðul ein fíggjarlig flyting innanhýsis í einari fyritøku ella stovni. Tað hendir, tá yvirskotið frá einum produkti ella tænastu verður brúkt til at fíggja hallið á einum øðrum. Í staðin fyri at hvør tænasta hvílir í sær sjálvari fíggjarliga, verður peningurin fluttur fjaldur millum deildirnar, so tann veruligi kostnaðurin verður ógjønumskygdur fyri umheiminum.
Krosstuðul er eitt tvíeggjað svørð. Í sínum besta formi er hann amboðið, sum myndugleikin nýtir fyri at tryggja samfelagsliga samanhaldskraftina – at allir borgarar hava atgongd til somu tænastur fyri sama prís, óansæð hvar teir búgva. Hetta er ein tilvitaður og neyðugur samfelagssáttmáli.
Heilt øðrvísi er tað, tá krosstuðul verður úrslitið av politiskum passiviteti. Tá lóggevin velur ikki at krevja inn fulla virðið av okkara felags tilfeingi – eitt nú gjøgnum eina rætt ásetta tilfeingisrentu – tá verður avleiðingin, at ein strukturellur krosstuðul verður skaptur.
Latið okkum taka eitt ítøkiligt dømi. Ein stór fyritøka, ið hevur sínar høvuðsinntøkur frá einari vinnu við ongari ella lítlari kapping – t.d. frá rættindum til felags tilfeingi – velur at víðka sítt virksemi inn á eitt øki, har smærri privatar fyritøkur húsast, so sum í handverksvinnuni, flutning- ella tænastuvinnuni.
Meðan tann “lítla” fyritøkan skal vinna hvørja krónu á tí opna marknaðinum fyri at gjalda lønir, tryggingar, tól v.m., kann tann stóra fyritøkan nýta sítt yvirnormala yvirskot frá tilfeingisvinnuni til at bjóða tænastur langt undir marknaðarprís. Endamálið er ikki neyðturviliga at vinna pening her og nú, men at rudda kappingina av vegnum við at nýta sína fíggjarliga styrki, sum kappingarneytarnir ongan møguleika hava at svara aftur uppá.
Hetta er kjarnin í bygnaðarligum krosstuðli: Tað er ikki dygdin á arbeiðnum ella effektiviteturin hjá tí stóru fyritøkuni, ið vinnur kappingina, men styrkin á tí "kríggskassa", sum politiska skipanin hevur loyvt henni at byggja upp.
Úrslitið er ein politiskt skapt kappingaravlagan, ið fjalir tann veruliga kostnaðin, køvir nýskapan og endar við at gera samfelagið fátækari. Tá vit loyva krosstuðli at gerast eitt kappingarvápn, oyðileggja vit sjálvt grundarlagið undir fríari og sunnari kapping – og harvið okkara felags framtíðar búskapi.
Hava Føroyar ein innbygdan bygnaðarligan krosstuðul?
Eitt neyvt svar upp á hendan spurningin hevði best verið givið, um ein greining varð gjørd av serkønum.
Hinvegin, tá vit síggja stórar fyritøkur, ið hava sín uppruna og sína fíggjarligu tyngd í rættindum til felags tilfeingi, breiða seg út yvir alt frá handverki til flutning og leigumarknað, mugu vit spyrja: Er hetta úrslit av serstøkum vinnuligum dugnaskapi einsamalt, ella er tað úrslit av einari skeivari kappingarstøðu, ið er skapt av (tilvitaðum) politiskum passiviteti?
Um hetta er so, so reisir tað spurningin: Er politiski passiviteturin ein tilvitað ætlan um, at okkara felags tilfeingi skal brúkast til at knúsa ta frælsu kappingina, sum skuldi verið drívmegin í okkara búskapi?
Hesum spurningi fari eg at gera alt fyri at fáa svarað.
Gott val!
X við F
Ella
X við Árna M. Dam
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



