Eg havi onki ímóti Várharra. Men eg ræðist hansara fjepparar
- Woody Allen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi onki ímóti Várharra. Men eg ræðist hansara fjepparar
- Woody Allen
Innlendis ítróttur

Kurvabóltssambandið: Í kvøld verða fyrstu finalurnar leiktar hjá kvinnum og monnum í kurvabólti. Finalurnar verða leiktar sum best av trimum dystum, so lagt er upp til nakrar heilt spennandi dystir.

Hjá monnunum má Hamar átaka sær leiklutin sum favorittar. Hamar hava vunnið allar sínar innleiðandi dystir og eru eisini verandi føroyameistarar. Avbjóðarin hjá havnarmonnum er Hávur úr Klaksvík. Hávur vunnu á Ravni av Toftum í hálvfinaluni – tveir sera javnir og vælleiktir dystir. Mansfinalan byrjar klokkan 20.00 og verður leikt í høllini á Argjahamri.

Kappingin hjá kvinnunum hevur verið sera jøvn í ár – serliga hava tað verið Sporðdrekin og Hamar, sum hava stríðst um fyrsta plássið í undankappingini. Tá alt kom til alt, vóru tað føroyameistarnir úr Sporðdrekanum, sum drógu longra stráðið og vunnu sær beinleiðis pláss í finaluni. Hamar skuldi í hálvfinaluni spæla móti Hávi. Hetta blivu eisini til tveir sera spennandi dystir, men Hamar vísti at tær vóru stinnari enn Hávur og tryggjaðu sær harvið enn eina finalu móti grannunum. Kvinnufinalan byrjar klokkan 18.00 og verður eisini leikt í høllini á Argjahamri.

Tað er ókeypis atgongd til báðar dystirnir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #