Granskingarráðið: Heilsugransking hevur seinastu áratíggjuni givið okkum nógva nýggja vitan og betri amboð til bæði fyribyrging og viðgerð. Kortini er eitt øki, sum leingi hevur verið lítið raðfest: heilsan hjá kvinnum.
Í Føroyum – eins og í mongum øðrum londum – hevur gransking í kvinnuheilsu verið avmarkað. Í nógv ár hevur mannakroppurin verið normurin í bæði kliniskum royndum og menning av heilivági. Hetta merkir, at nógv av tí vit vita um sjúkur, viðgerð og heilivág, byggir á kanningar við monnum sum royndarpersónum.
Avleiðingin er, at vit framvegis vita ov lítið um kvinnukroppin – bæði tann fríska og tann sjúka.
Manglandi vitan hevur avleiðingar
Kvinnur liva í miðal longri enn menn, men samstundis fleiri ár við verri heilsu. Kvinnur hava fleiri sjúkradagar, og fleiri eru langtíðarsjúkar ella á fyritíðarpensjón. Hetta er ikki bara ein spurningur um lívfrøði. Manglandi vitan um kvinnuheilsu spælir eisini ein týðandi leiklut.
Tá vit vita ov lítið um, hvussu sjúkur vísa seg hjá kvinnum, kann tað hava við sær, at diagnosur verða settar ov seint, og at viðgerð ikki er nóg væl lagað til kvinnur. Hetta hevur bæði persónligar og samfelagsligar avleiðingar – fyri lívsgóðsku, arbeiðslív og búskap.
Altjóða kanningar vísa eisini, at samfelagið hevði vunnið nógv, um heilsan hjá kvinnum og monnum hevði fingið sama ans og somu granskingarligu raðfesting.
Størri fokus úti í heimi
Seinastu árini er áhugin fyri kvinnuheilsu vaksin nógv. Fleiri lond seta nú økið á breddan við nýggjum granskingardeplum og serligum átøkum.
Í Noregi hevur eitt nationalt granskingarsentur fyri kvinnuheilsu virkað síðan 2006, og í Danmark varð í fjør gjørt av at játta 160 mió kr. til eitt nýtt nationalt sentur fyri gransking í kvinnuheilsu. Eisini í norðurlendskum samstarvi – NordForsk – verður kvinnuheilsa nú eitt raðfest øki, har Føroyar eisini fara at kunna luttaka.
Hvat vita vit í Føroyum?
Í Føroyum er eisini gransking, sum varpar ljós á kvinnuheilsu. Millum annað eru ph.d.-verkætlanir um barnsburðartunglyndi og um viðgerð av angist og tunglyndi hjá barnakonum. Leitað hevur verið eftir genetiskum orsøkum til bróstkrabba og í øðrum verkætlanum hevur sambandið millum venjing og heilsu hjá kvinnum verið granskað
Eisini longri kohortukanningar, sum fylgja føroyingum gjøgnum lívið, hava givið og geva framhaldandi møguleika at kanna heilsustøðuna hjá kvinnum.
Men nógv er framvegis ókannað og á fleiri økjum vita vit alt ov lítið enn. Hetta hevur neiligar avleiðingar fyri gerandisdagin hjá nógvum kvinnum í Føroyum.
Vit mugu eisini granska heima
Hóast nógv verður granskað uttanlands, er tað týdningarmikið, at vit eisini granska kvinnuheilsu í Føroyum. Føroyska samfelagið hevur sínar serligu umstøður, og bæði livihættir, umhvørvi og genetiskihópurin kunnu ávirka heilsuna.
Við føroyskum granskingarverkætlanum kunnu vit fáa vitan, sum beinleiðis kann brúkast til betri fyribyrging og viðgerð í føroyska heilsuverkinum.
Ein stór styrki í Føroyum er, at fólk eru sera sinnað at luttaka í heilsukanningum. Hetta ger tað møguligt at fáa góð og týdningarmikil úrslit, sum kunnu koma øllum til gagns.
Ein íløga í vitan og heilsu
Skulu vit veruliga flyta okkum framá, krevur tað størri íløgur í heilsugransking. Tað snýr seg ikki neyðturviliga um nýggj granskingarsentur, men fyrst og fremst um fíggjarliga játtan til fleiri verkætlanir, fleiri granskarar og betri karmar.
Ein møguleiki kundi til dømis verið at fíggja fleiri ph.d.-verkætlanir í kvinnuheilsu komandi árini. Við slíkum verkætlanum kundu vit fingið nýggja vitan um evni sum endometriosu, skiftisár og hjarta-æðrasjúkur hjá kvinnum – við føroyskum dátum og føroyskum viðurskiftum.
Vit vita við støði í umsóknum um stuðul ti granskarar, at vit eiga nógvar væl skikkaðar granskarar, sum fegnir vilja fara undir slíkar verkætlanir.
Slíkar íløgur eru ikki bara ein útreiðsla. Tær eru ein íløga í vitan, í heilsu og í framtíðina hjá bæði kvinnum, familjum og samfelagnum sum heild.
---
Greinin er ein samandráttur av framløgu, sum Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, helt á tiltakinum Heilsustøðan hjá kvinnum – vitan og veruleiki leygardagin 7. mars í Norðurlandahúsinum.
Eisini var innslag í KVF um evnið.
Yvirlit yvir allar granskarar í Føroyum sæst á Pure.fo
Myndin er frá tiltakinum í Norðurlandahúsinum. (c) privatmynd
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



