Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Læknastríðið er við at taka seg upp aftur, um vit skulu døma eftir málburðinum á sosialu miðlunum.

Samstundis sum tosað verður um at knýta oyggjarnar saman, verður slíkt gor og gall oyst út yvir nærumhvørvið. Tey fólkavaldu skulu taka støðu og bera ábyrgd. Men sama hvat tey gera, er onkur ónøgdur. Gera tey einki, er tað galið. Gera tey okkurt, er tað eisini galið.

Men hví tráa so nógv eftir at umboða kommunur og land?

Er tað veruliga fyri felagsskapin og framtíðina – ella er tað persónliga valdið, sum dregur?

Tað er ein vandamikil gongd, tá ið persónligt vald gerst týdningarmiklari enn felagsskapurin. Fyrst verður kommunan ella landið brotið niður. Síðani floksapparatið – og at enda samkoman.

Tú skalt bjóða teg fram fyri komandi ættarlið – ikki fyri teg sjálvan!

Vit skulu byggja land og skapa eina framtíð, sum okkara børn og eftirkomarar kunnu vera errin av. Politikkur skal ikki snúgva seg um at vinna sær afturval við at lova ein lyktapela, ein saltkassa ella nakrar metrar av asfalti uttan fyri eina privata innkoyring.

Vit eru øll partur av somu lítlu tjóð – einans umleið 55.000 fólk. Tað skuldi verið okkara størsta styrki, men alt ov ofta gerst tað okkara størsti veikleiki.

Føroyska málið er undir trýsti. Vit hava fingið eitt 200 fjórðinga fiskimark, men tykjast kortini ikki at megna at seta greið mørk í okkara egnu politisku og samfelagsligu kós. Vit klandrast um sama Gud í fleiri av okkara samkomum, meðan onnur virðisfatan og annar átrúnaðarboðskapur fáa alsamt størri fótafesti her á landi. Og tá ið vit verða trýst, velja vit ov ofta at venda hin vangan til – heldur enn at standa saman um tað, sum hevur týdning.

Halló, Føroyar!

Latið okkum vakna og lyfta eyguni frá teimum smáu, persónligu áhugamálunum.

Vit mugu tora at hugsa størri enn næsta val, næsta lyktapela og næsta asfaltstykki.

Vit skulu standa saman sum tjóð og verja okkara mál, mentan, virðir og samleika.

Vit hava bara eitt Føroyaland. Tað skulu vit ikki gloyma!

Latið okkum byggja land – ikki bróta tað niður.

Jonhard Danielsen
Runavík

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #