Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
Vinna

Tá nýskapandi norðurlendska matmanifestið hjá Claus Meyer varð undirskrivað og lagt fram í 2004, vóru tveir føroyingar, ið skrivaðu undir: Leif Sørensen úr Havn og Gundur Fossdal úr Vestmanna.

Síðan hevur Leif verið hildin fram sum fyrsti og mest týðandi slóðari fyri ta kollvelting, sum føroysk gastronomi og matstovuvinna kom í, fyrst við egnu matstovuni Gourmet og seinni KOKS á Hotel Føroyum, har Poul Andrias Ziska bleiv kokkur, og nú í egnum navni hevur vunnið tvær altjóða Michelinstjørnur á matstovuni, PAZ, mitt í handilsgøtuni í Havn, Dr. Jakobsens gøtu.

Saman við øðrum føroyingum varð Leif í 2022 kosin ársins ikon, og nú er hann heiðraður við innliman í Hall of Fame fyri persónligt avrik í gastronomi, matgerðarkynstri í danska ríkinum. Ein føroyingur er framman undan í Hall of Fame. Tað er Jan Restorff, sáli, sum varð innlimaður í 2024. 

Tað er í báðum førum hin trúfesti føroyavinurin, Bent Christensen, sum við Den danske Spiseguide stendur fyri tiltakinum Hall of Fame. Upptøkan var á Morten's Kro í Aalborg, har fimm kokkar vóru innsettir í heiðurshøllina.

Av øllum miðlum í Føroyum, hevur Birkblog skrivað mest og oftast um gastronomi og føroysku matstovuvinnuna. Ikki sjálvdan er júst Leif Sørensen nevndur. Her er eitt úrval av greinum um matgerðarlist, har Leif Sørensen er høvuðsevnið:

Í 2009 hevði Birkblog grein um Leif Sørensen, har hann er avmyndaður við einum ungum Poul Andrias Ziska í køkinum á Matstovuni Gourmet, har Irish Pub er í dag.

https://birkblog.blogspot.com/2009/08/ta-er-fer-hja-leif.html

Í 2012 var Leif Høvuðsmaðurin aftanfyri bókina um Koks og matstovuna við sama navni. Tað helt danski ummælarin Bent Christensen. Her er grein um "Leif, matlistamann":

https://birkblog.blogspot.com/2012/12/leif-matlistamaur.html

Í 2014 savnaði Leif Sørensen plantir og tarasløg kring landið, sum kundu hugsast at seta smakk til føroyskan snaps. Granskingarsetrið inova var karmur um arbeiði hjá Leif, sum sæst í blogginum "Føroysk flora á fløsku í foodlab":

https://birkblog.blogspot.com/2014/08/froysk-flora-flsku-i-foodlab.html

Í 2017 hevði Leif Sørensen undir heitinum Insatatorium tiltak á Santoriinum, eisini kent sum dreingjakostdeidtini í Hoydølum. Birkblog var uppá blettin við hesi frásøgn:

https://birkblog.blogspot.com/2017/07/nestor-insanetorium.html

Í 2017 bæð Bent Christensen um eina danska lýsing av føroyskari matstovuvinnu. ÚIrslitið bleiv henda grein "Føroysk matstovuvinna":

https://birkblog.blogspot.com/2017/02/froysk-matstovuvinna.html

Í 2022 varð Leif Sørensen kosin ársins ikon av danska matummælaranum Bent Christensen. Eisini har var Birkblogg og skrivaði:

https://birkblog.blogspot.com/2022/02/bestu-matstovur-i-froyum.html

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #