Øll hugsa um at broyta heimin, men ongin hugsar um at broyta seg sjálvan
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Øll hugsa um at broyta heimin, men ongin hugsar um at broyta seg sjálvan
- Leo Tolstoy
Politikkur

Uttanríkis- og  Mentamálaráðið: Løgtingið samtykti í dag løgtingslóg um stuðul til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya, sum landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, legði fyri Løgtingið í desember í fjør.

- Við einum útbygdum og nútímasgjørdum Listasavni Føroya fáa vit góðar karmar fyri savnsvirkseminum á okkara tjóðlistasavni. Eg eri tí sera fegin um, at arbeiðið at umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya nú kann fara í gongd, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Fyrireikingararbeiðið byrjaði í 2021, og nú Løgtingið hevur samtykt løgtingslóg um stuðul til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya, kann avtala verða undirskrivað við Búsetur, ið vann útboðið. Ætlanin er, at arbeiðið fer í gongd so skjótt sum gjørligt, og at Listasavnið stendur liðugt útbygt og nútímansgjørt í 2028.

Samlaði kostnaðurin fyri byggiverkætlanina er 70,8 mió. kr. Landsins partur av verkætlanini er 24,3 mió. kr. Augustinus Fonden og Louis-Hansen Fonden hava givið tilsøgn um 17 mió. kr. hvør, og Villum Fonden hevur givið tilsøgn um 7 mió. kr. til byggiverkætlanina. Harafturat stuðlar Tórshavnar kommuna verkætlanini við 5,5 mió. kr.

Tá ið byggiverkætlanin er liðug, verða umstøðurnar at reka savnsvirksemi munandi betri. Listasavnið verður útbygt suðureftir, so hølini til framsýningar verða størri, og eitt nýtt barnahús verður innrættað við barnaverkstaði og læringsrúmi.

Goymslan hjá Listasavninum verður eftir ætlan skipað saman við goymsluni hjá Tjóðsavninum í nýggju varðvetingarmiðstøðini, ið ætlanin er at byggja Innan Glyvur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #