Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney
Politikkur

Løgmansskrivstovan: Í dag hevur løgmaður hitt danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, og danska løgmálaráðharran, Nicolai Wammen, á fundi í Keypmannahavn. Hetta eru fyrstu fundirnir millum partarnar eftir stjórnarskiftini í Føroyum og Danmark. 

Samgonguskjølini á skrá 
Talan var um ein innleiðandi fund við danska forsætisráðharran, har høvið var at tosa um samgonguskjølini hjá landsstýrinum og donsku stjórnini. 

“Eg nýtti høvið at ynskja Mette Frederiksen til lukku við nýggju stjórnini og at útgreina setningarnar í føroyska samgonguskjalinum. Vit umrøddu eisini møguleikarnar fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum og IOC umframt tættari samstarv við ES,” sigur Beinir Johannesen, løgmaður. 

Samstarva um at fyribyrgja rúsevnamisnýtslu
Á fundi við danska løgmálaráðharran legði løgmaður dent á, at Føroyar og danskir ríkismyndugleikar mugu standa saman um at fyribyrgja, at rúsevni og rúsevnamisnýtsla taka meira dik á seg í Føroyum. 

Kunnað varð um, at landsstýrið raðfestir hetta økið ovarlaga, og átøk verða sett í verk í Føroyum í næstum. 

“Rúsevni og rúsevnamisnýtsla snýr seg ikki bara um revsing og løgreglu, men um sosial viðurskifti, fyribyrging og upplýsing. Summi øki eru felagsmál, og tí var týdningarmikið hjá mær at vísa danska løgmálaráðharranum á, at báðir partar mugu raðfesta økið,” sigur Beinir Johannesen, løgmaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #