Tinganes: Seinastu dagarnar hevur løgmaður luttikið á árligu trygdarráðstevnuni í München, har heimsins leiðarar hittust at umrøða áleikandi uttanríkis- og trygdarpolitisk mál.
Í ár var samstarvið millum Evropa og USA eitt av høvuðsevnunum.
- Tá ið viðurskiftini millum Evropa og USA broytast, so fer tað á ein ella annan hátt eisini at ávirka okkum í Føroyum. Men tað eru bert vit føroyingar, sum hava føroysk áhugamál fremst í huga. Sostatt eru tað eisini bara vit, sum kunnu vísa á broytingar úti í heimi, ið gera Føroyar tryggari og koma Føroya fólki og vinnu til góðar. Tað er okkara høvuðsatlit á eini slíkari ráðstevnu, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Á trygdarráðstevnuni í München hevði løgmaður millum annað høvið at vera við í pallborðskjaki um trygdina í Arktis og Norðuratlantshavi umframt hitta danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, uttanríkisleiðaran í ES, Kaja Kallas, og grønlendska landsstýrisformannin fyri Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen.
Á fundinum við Jens-Frederik Nielsen endurtók løgmaður boðskapin um, at Føroyar stuðla Grønlandi og taka fult undir við, at tað er grønlendska fólkið, ið avger framtíðina hjá Grønlandi.
- Nógvir føroyingar hava tilknýti til Grønlands og eru góðir við landið. Tað hevur stóran týdning fyri okkum sum landsstýri áhaldandi at vísa samhaldsfesti við grønlendingum. Støðan er álvarsom, og tá er ein og hvør hjálpandi hond kærkomin – eisini okkara, segði løgmaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



