Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak
Politikkur

Tað er ikki so galin samsýning, tey kunnu síggja fram til, sum í dag verða vald fyrstuferð til fólkatingið. Um mánaðan er samsýgningin 91.666 krónur ella slakar 1,1 millión krónur árliga. Hartil kemur so ein serlig skattafrí viðbót til tey sum eru vald í Føroyum ella Grønlandi uppá 53.000 krónur árliga.

Men hesi tølini eru bert galdandi hjá teimum, sum verða vald fyrstuferð á valinum í dag, tí lønarskipanin er nýliga gjørd um, og kemur altso í gildi fyrstuferð nú.

Gamla skipanin er framvegis galdandi fyri tey, sum vórðu vald áðrenn valið í dag. Har er árslønin 801.037 krónur. Hartil fáa allir tinglimirnir skattafría viðbót. Hon er fyri føroyingar og grønlendingar 99.408 krónur árliga og fyri ein sum er valdur í Danmark 74.556 krónur árliga., stendur at lesa á heimasíðuni hjá fólkatinginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #