Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Politikkur

Tíverri uppliva foreldur at børnum við avbjóðingum, at tey mugu dúva uppá náði frá myndugleikunum, tá ið barn teirra skal á stovn, í skúla, hava frítíðartilboð ella aðrar sjálvsagdar tænastur, sum øll onnur børn fáa heilt av sær sjálvum.

Tá ið óvissa valdar, tyngir hetta ikki bara einstaka barnið, men alla familjuna, sum má brúka alla sína orku at stríðast við myndugleikar. Hetta elvir til stúran og strongd, og familjan hoknar undir byrðini í gerandisdegnum.

Í dagstovnalógini eru rímuliga greiðar reglur í lógarverkinum, tí dagstovnalógin frá 17. mai 1995 ásetir, at tey børn, sum kunnu integrerast á dagstovni, verða ábyrgdin hjá kommununi at veita tænastu til, har talan aloftast er um stuðulsfólk, sum kommunurnar veita. Men hóast greiðar reglur um dagstovnatilboð, so standast javnan trupulleikar av vantandi stuðulstímum til barnið.

Tá ið barnið so kemur í skúlaaldur, kunnu aftur standast trupulleikar við at fáa nøktandi skúlatilboð bæði í mun til, hvussu nógvar tímar barnið fær stuðul til ella serundirvísing, og í mun til, um barnsins støða ger tað møguligt at vera partur av vanligu undirvísingini, ella um nakað sertilboð finst á staðnum. Nógvar ymiskar skipanir verða settar í verk, onkrar virka væl, aðrar ikki.

Uppaftur truplari er tað, tá ið skúladagurin endar, og barnið eitt nú hevur nátt 3 floksaldur, so heldur tað kommunala frítíðartilboðið uppat, og Almannaverkið hevur ábyrgdina av at fyrireika og skipa frítíðartilboð til barnið aftaná skúlatíð. Hetta var orsøkin til, at undirritaða herfyri setti ein munnligan fyrispurning í tinginum, um hvat skal henda við teimum børnunum, sum hava fingið eitt heildagstilboð á skúlanum á Trøðni til og við 2 flokk.

Beint nú sita foreldur í eini ótolandi bíðistøðu, og vita ikki hvat skal henda við teirra barni eftir summarferiuna, og óttin byrjar at gera um seg. Skúlin á Frúutrøð hevur verið eitt kærkomið frítíðartilboð til børn við avbjóðingum, men óvist er nú, hvat skal henda við hesum tilboði, sum eisini er vorðið fult.

Vit vita tíverri um nógvar familjur, sum ikki kunnu fara til arbeiðis, tí barnið einki tilboð hevur aftaná skúlatíð. Foreldur eru tá noydd at fara av arbeiðsmarknaðinum, møguliga við veiting frá tí almenna, meðan bíðað verður - ofta í langa tíð. Henda støðan er ikki nøktandi hvørki fyri barn ella familju, og ei heldur fyri samfelagið.

Føroyar tóku undir við breksáttmálanum hjá ST í 2009, sum ásetir greiðar reglur fyri hvørji neyðug átøk eru neyðug at fremja, soleiðis at rættindi teirra, sum hava avbjóðingar og bera brek vera vird, herímillum rættindi hjá børnum til mennandi tilboð, herímillum undirvísing, frítiðartilboð og tilboð annars til tess at styrkja og tryggja teirra sjálvsálit og møguleikar til eitt virkið og gott lív. Somuleiðis eru greiðar ásetingar um at tryggja teimum eitt gevandi og mennandi vaksnamannlívi.

Tískil eiga vit at seta í verk eina lóg, sum tryggjar hesum børnum og ungu, lógartryggjaði rættindi, og ikki bara “gyltar yvirlýsingar” um at man miðjar ímóti og ella tilboð kunnu veitast, sum tað mangan verður orða í lóggávu okkara. Vit skulu tryggja hesum børnum og foreldrum teirra, at barnið altið fær neyðuga tilboðið, sum má vera fakliga tørvsmett, at neyðug tilboð altíð eru tøk, at atgongd altíð er til neyðugar tænastur og stuðul og frítíðartilboð, sum øll onnur børn fáa. Vit seta ikki spurnartekin við, at tað er ein lógartruggjaður rættur hjá okkara børnum at fáa dagstovnapláss, fólkaskúlatilboð, frítíðarskúla, onnur frítíðartilboð, miðnám við meira, og tað skulu vit heldur ikki gera við børn, sum hava avbjóðingar.

Tískil skal tað ásetast við lóg, at tey altíð hava eitt tilboð, sum er tillagað teirra tørv. Hetta skylda vit teimum og teirra foreldrum, og tað skylda vit okkum sum samfelag, at vit liva upp til altjóða breksáttmálan, sum vit sjálvi hava tikið undir við í 2009. At tryggja hetta í lóg er eitt av mínum hjartamálum, sum eg vil arbeiða fyri.

Annika Olsen, valevni fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #