Í annaðkvøld, mikukvøldið, verður Víkingahúsið í Sarpugerði karmur um lutakastið til steypakappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen
Í annaðkvøld, mikukvøldið, verður Víkingahúsið í Sarpugerði karmur um lutakastið til steypakappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen
FSF: Í morgin klokkan 19:00 spæla Víkingur og HB síðsta dystin í triðja umfari í MeistaraDeildini hjá monnum. Og tá Dagfinn Forná floytar av í Sarpugerði í annaðkvøld, verður farið undir lutakastið til steypakappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum.
Í kappingini um Løgmanssteypið hjá kvinnum verður kastað lut um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari, og í kappingini um Løgmanssteypið monnum veður kastað lut um, hvussu liðini møtast í fyrsta umfari og í fjórðingsfinalunum.
Sjey lið vera við í steypakappingini hjá kvinnum, meðan 16 lið vera við í steypakappingini hjá monnum.
Lutakastið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



