Serfrøðingur heldur, at ætlanaravtalan millum USA og Iran vísir, at stjórnin í Teheran er komin sigrandi út úr krígnum, meðan Ísrael er stóri taparin.
Donald Trump hevur skrivað undir eitt ætlanarskriv í 14 punktum við Iran, sum skal tryggja eina vápnahvíld í 60 dagar og lata Hormuzsundið uppaftur.
Amerikanski forsetin sigur, at avtalan forðar fyri eini "heimsdepressión", men hon inniheldur eisini stórar politiskar og búskaparligar konsessiónir til Teheran.
- Tað er merkisvert, at Iran hevur fingið so nógv burturúr hesum samráðingum, sigur Dag Henrik Tuastad við TV 2.
Hann er lektari í miðeysturfrøði á universitetinum í Oslo.
- Um nakar hevði nakran iva um, at Iran hevur vunnið kríggið, so er eingin ivi um tað longur, sigur Tuastad.
Hann heldur, at stóri taparin er Ísrael og Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



