Ein svenskur maður í 60-árunum er undir illgruna fyri at hava selt konu sína til minst 120 menn.
Kanningin er enn í gongd: Vitni verða avhoyrd og skrivligt tilfar er viðgjørt í málinum um ein svenskan mann í 60’unum, sum er undir illgruna fyri at hava selt konu sína til minst 120 ymiskar menn, til summar fleiri ferðir.
Tí enn er nógv vit ikki vita um stóra málið í lítla býnum Kramfors í Svøríki, har tað er ólógligt at keypa sex, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



