Fróðskaparsetrið: Tey bæði Barbara Apol og Magnus Dal-Christiansen tóku fyrst bachelorprógv í búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, síðani kandidatprógv á Københavns Universiteti, og nú eru tey heima aftur við føstum størvum.
Magnus Dal-Christiansen tók prógv sum cand.polit í vetur, og nú er hann við familju fluttur aftur til Føroya. Mánadagin byrjar hann í nýggjum føstum starvi sum metingarfólk hjá Betri Heimi.
Fyri nøkrum árum síðani tók Barbara Apol eisini cand.polit-útbúgvingina á Københavns Universiteti, og eisini hon valdi at flyta aftur til Føroya, har hon í dag arbeiðir sum fulltrúi í Almannaverkinum.
Fróðskaparsetrið hevur biðið tey bæði greitt eitt sindur frá útbúgvingarleiðini, sum byrjaði her heima og helt fram uttanlands, til bæði so valdu at koma heim aftur at virka og búgva,
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



