Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, avlýsir við stuttari freist fundin um Ukraina, og tað fellur ikki í góða jørð í Europa.
Tað skrivar Financial Times.
Fundurin skuldi vera á trygdarráðstevnuni í München, saman við fleiri umboðum úr ES og ymsum evropeiskum londum.
Stutt fyri fundin seinnapartin í dag boðaði Rubio frá, at hann avlýsti. Offisiella forkláringin var umskarandi fundir, skrivar Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



