Heilsuhjálparafelag Føroya hevur 800 limir. Teir allarflestu arbeiða á eldraøkinum. Nakrir arbeiða í Almannaverkinum og aftur nakrir í sjúkrahúsverkinum. Limirnir, ið starvast á eldraøkinum, eru tann berandi súlan. Vit eru 60 prosent av starvshópinum har. Helvtin av okkum er heilsuhjálparar. Hin helvtin er hjálparfólk við ongari formligari útbúgving, men eini rúgvu av royndum. Og øll sum ein halda, at arbeiðið er gevandi fyri tey og týdningarmikið fyri land og fólk.
Men sanniliga er okkara virðismikla íkast til Føroya eingin dansur á rósum. Tí havi eg fundast við flokkarnar á løgtingi. Teir viðurkenna allir, at serliga eldraøkið er trýst. Starvsfólk mangla, og arbeiðið er ikki so lokkandi, sum tað kundi verið. Flokkarnir lova tíbetur, at útbúgving, arbeiðsumstøður og góðar skipanir eru aðalmál teirra aftan á valið.
*
Tá ið okkara limir eru til arbeiðis, renna teir frá uppgávu til uppgávu. Teir verða strongdir av hesum. Ring samvitska ræður. Tað, sum skuldi vera umsorgan fyri sínum eldru landsmonnum og kvinnum, verður til skunduppgávur. Politisku flokkarnir siga, at hetta skal halda uppat. Okkara eldru og vit, sum veita teimum røkt, skulu virðast. Skemaformurin skal vekk. Borgarar og vit skulu kenna okkum væl á umsorganarøkinum, og vera samantvunnin menniskjansliga. Politiska virðingin fyri okkara arbeiði skal síggjast aftur.
Sum nú er, halda fólk ikki til hetta lívið. Summi brenna út. Vit eru dýrasti bólkur í óarbeiðsføri. Arbeiðs- og brunaeftirlitið er enn ikki komið á staðið at staðfesta, hvussu illa tað stendur til við hjálpitólum og trygd. Kemur eftirlitið tann eina dag, fær tað at síggja, at alt ov nógvir limir hjá okkum fáa varandi mein í bestu árum, tí teir m.a. standa einsamallir við ónøktandi hjálpitólum. Tað er altso bíligari at fáa eina loftslyftu, sum kostar 40.000 krónur, enn tryggingarskaðar fyri 1,7 milliónir pr. lim. Arbeiðseftirlitið má fáa hægri fíggjarliga raðfesting beinanvegin.
*
Nógvir limir hjá okkum arbeiða stuttar vaktir og niðursetta tíð. Hetta er tíbetur ikki galdandi í øllum pørtum av landinum, men nógvastaðni. Tað bæði streingir og máar virðið undan eftirlønini. Umsorganarøkið er í fleiri pørtum av Føroyum identiskt við, at starvast 0,7, hava óstøðuga arbeiðstíð og enda í eftirlønarfátækradømi. Døpru útlitini í hesum annars so fagra yrki gera tað ógjørligt at fáa starvsfólk at støðast. Avgerðir verða aloftast tiknar á fjarskotnum skrivstovum. Royndirnar hjá ídnu starvsfólkunum verða ikki roknaðar fyri nakað. Lítið vita tit leiðandi um, at ofta ert tú sum parttíðarsettur bert til arbeiðis, tá spíssbelastningur er. Tú mást renna frá teirri løtu, tú kemur inn um hurðina, til vaktin er liðug.
Heilt neyvt arbeiða 95% av limunum hjá okkum niðursetta tíð; flestu teirra 0,7. Hetta er eisini ein javnstøðutrupulleiki, tí 98% av limunum hjá okkum eru kvinnur. Í einum samfelag, her vit gerast eldri og eldri, er tørvurin á fólkavaldum, ið taka ábyrgd, átrokandi. Komandi árini krevjast eini 500 nýggj størv. Tí má politiska skipanin fremja broyting.
Full tíð skal eftir okkara tykki vera 37 tímar, tí hvílitíðin verður ikki hildin hjá teimum, sum arbeiða 40 tímar. Samanbering: Strandfaraskip liggja við bryggju, tí manningin skal hvíla, men á umsorganarøkinum fær vantandi, kravd hvíld ongar avleiðingar. Míni fólk bróta lógina dag og dagliga!Tað ber eftir øllum at døma ikki til at hava 40 tímar í vaktarskipan á eldraøkinum. Nettupp tað at vera kvinna við fullari tíð undir hesum treytum er antin ringt fyri heilsu og heimalív ella fyri húsarhaldskassan. Tvinnur eru kostirnir, og hvørgin er mjúkur.
*
365 dagar um árið fara heilsuhjálparar og hjálparfólk treystliga frá húsum at síggja til tey gomlu, sjúku og viknaðu. Teir flestu eru sum nevnt kvinnur:
• Javnstøða er ikki 0,7 í starvsbrøki.
• Javnstøða er ikki eftirlønarmissur vegna tvungna parttíð.
• Javnstøða er ikki, at kvinnuyrki hevur lægri tign og løn.
• Javnstøða er ikki, at vit á umsorganarøkinum støðugt mugu renna skjótari.
• Javnstøða er ikki, at parttíðararbeiði er normurin.
• Javnstøða er ikki, at røkt verður rikin við minutttyrannii.
• Javnstøða er ikki at lata hánt um virðing og tign á bústovnum.
• Javnstøða er ikki at lata starvsfólkatrot standa við og versna.
Gud og hvør maður fegnast um, at føroyingar gerast eldri. Men allar framskrivingar vísa, at starvsfólkatrotið á umsorganarøkinum skjótt fer frá tí hættisliga til tað óbøtiliga. Hetta er ikki ein avbjóðing, ið politikarar kunnu súlta meira. Tit kunnu ikki longur taka umsorganarøkið sum eina sjálvfylgju. Allur bati bøtir, verður messað, og tað skal sikkurt passa. Men beint nú súmptomviðgera vit fyri fullari skrúvu. So leingi vit ikki fáa gjørt upp við gomlu óvanarnar á umsorganarøkinum, eru øll átøk spilt tilfeingi. Tá andøva vit bara.
*
Hægsta grundløn hjá heilsuhjálparum er 32.000 krónur um mánaðin. Men arbeiðir tú 0,7, eitur lønin 23.000 krónur. Hetta trýstir kvinnur út í eftirlønarfátæktarvága. Við einum starvsbrøki á 0,7 í 45 ár verður eftirlønarmissurin 1,4 milliónir. Hetta er fullkomiliga ógóðtakiligt!
Ein rúgva av okkara limum arbeiðir fyri tímaløn. Hesir limir eru kjarnustarvsfólk, sum undir sjúku kortini ikki eru javnsettir við onnur. Tímalønt, ið eru heima vegna sjúku, fáa bert 80% av einari arbeiðsmannaløn. Hetta má dagførast við lógarbroyting sum skjótast!
Fyrr arbeiddu heimahjálpir í primera geiranum. Størsti parturin av dagliga stríðnum hjá teimum var húsligt arbeiði. Síðan er uppgávan broytt munandi. Í dag taka vit okkum av persónligari røkt og umsorgan. Ein partur er enntá kliniskt arbeiði. Í dag eru eldru borgararnir eisini nógv meira røktarkrevjandi. Teir dragast við fleiri sjúkur, sum gera, at røktin verður alsamt torgreiddari. Eisini hetta ger, at starvsfólkini mugu renna skjótari, og at tíðin til tann einstaka styttist. Tað verður arbeitt í uppgávum heldur enn í eini holistiskari heild.
*
Løgtingið kann við lóg gera upp við aldagomlu bygnaðirnar og heldur laða skipanir eftir menniskjum. Gerið tað! Styttið arbeiðsvikuna hjá starvsfólkum í vaktarskipanum. Gerið rættvísari aðalkarmar, so lønargjógvin ikki blívur við at breiðka; altso latið lønarsamráðingarnar vera í krónum í nøkur ár.
Okkara ynski eru fleiri og fløkt, men í høvuðsheitum hesi:
• Skattafrádrátt til lesandi, eins og lærlingar fáa.
• Styttri arbeiðsviku.
• Lønarsamráðingar í krónum.
• Meiri nærveru og tíð til sosiala partin á stovnunum.
Eftir politisku fundarrøðina í hølum okkara í Fríðriks Petersensgøtu er greitt, at politiska skipanin skilir álvaran. Fólkaflokkurin lovar størri íløgur. Takk fyri tað. Sambandsflokkurin lovar røktarfrádrátt á 25.000 krónur til okkara limir. Takk fyri tað. Javnaðarflokkurin lovar at koma aftur til fakfeløgini og at stytta arbeiðsvikuna. Takk fyri tað. Tjóðveldi lovar at dagføra starvsmannalógina og stytta arbeiðsvikuna. Takk fyri tað. Framsókn lovar at betra karmar, so møguligt er at arbeiða fulla tíð. Takk fyri tað. Og Miðflokkurin lovar betri hjálpitól og 37 tíma arbeiðsviku. Takk fyri tað.
Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



