Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Fantasilið: Leygardagin 7. mars kl. 16:45, byrjar nýtt kappingarár í fremstu føroysku deildini hjá monnum – Meistaradeildini. Samstundis er eisini løtan at fáa eitt sindur eyka spenning í hvørjum umfari við føroyska spælinum Fantasilið

Fantasilið er eitt ókeypis føroyskt fótbóltsspæl, har tú á heimasíðuni og appini fantasilið.fo setur títt egna fantasilið við 15 leikarum úr Meistaradeildini. Eftir hvørt dystarumfar fær tú stig fyri, hvussu væl leikararnir klára seg í Meistaradeildini.

Í Fantasilið kappast tú saman við øðrum føroyingum, og vinnarin eftir hvørt dystarumfar fær m.a. eina fótbóltsblusu frá einum føroyskum liði. Tá kappingin endar, fær samlaði vinnarin eisini eitt gávukort frá Atlantic Airways á 10.000 kr.

Tú kanst eisini stovna tína egnu privatu deild og kappast við vinir, familju ella arbeiðsplássið – eitt einfalt og stuttligt høvi at samlast um.

Síðsta kappingarár vóru yvir 2.600 føroyingar við í spælinum. Og í ár er endamálið at fáa uppaftur fleiri við – bæði tí at føroyskur fótbóltur hevur nógv at bjóða, og tí at spælið ger tað lætt og stuttligt at fylgja við øllum dystunum, eisini teimum sum tú annars ikki altíð hevði sæð.

Tú kanst longu nú seta títt lið á fantasilið.fo, so tú ert við áðrenn fyrsta bríksl leygardagin kl. 16:45.

Fantasilið er gjørt í samstarvi við FSF og er stuðlað av Nema

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #