Sum tann, ið tekur í oyrað á hundi, er tann, ið framvið kemur og blandar seg upp í stríð, sum ikki kemur honum við
- Sálomon kongur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sum tann, ið tekur í oyrað á hundi, er tann, ið framvið kemur og blandar seg upp í stríð, sum ikki kemur honum við
- Sálomon kongur
Tónleikur

Sement: Tað er nú, at tú skalt drøna inn í venjingarhølið, taka gittaran fram ella blása støvið av klaverinum. Tí tilmeldingin til Sement 2026 byrjar í dag!

Sement er vaksið til nógv meir enn ein tónleikakapping. Tú sleppur at luttaka í verkstovum við royndum fólkum úr tónleikavinnuni, fáa góð ráð frá trimum av fremstu tónleikarunum í Føroyum og vísa tín tónleik fyri bæði áskoðarum og sjónvarpshyggjarum kring landið.

Afturat hesum kanst tú vinna upp til 30.000 krónur, sleppa at spæla á G! Festivalinum og umboða Føroyar á SPOT Festivalinum í Danmark.

Seinasta freist at melda til er 1. septembur.

Trýst á leinkjuna niðanfyri og melda teg til, áðrenn tað er for seint:
https://www.torsgota.fo/sement

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #