Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney
Vinna

Bæði topp- og botnlinja taldust ímillum tær bestu nakrantíð hjá felagnum Næraberg í Klaksvík sum eigur skipini Norðing og Borgaran umframt partrolararnar Skoraberg og Fuglberg eins og Jaspis og Ametyst gjøgnum dótturfeløg.

Nettosølan var 334 mió kr í fjør sum skal samanberast við 319 mió kr árið frammanundan. Men sparingar á útreiðslusíðuni gjørdu, at øll meirsølan og so ruddiliga tað fóru beint niður á botnlinjuna. Tá avtornaði lógu 44,6 mió kr eftir hjá felagnum í fjør samanborið við 28,2 mió kr í 2024.

Um framtíðarútlitini sigur leiðslan, at tey eru nógv tengd at rættindum, fiskiskapi og prísi. Makrel- og svartkjaftakvoturnar minkaðu, men prísurin hevur verið góður higartil.

- Næraberg hevur keypt allar sínar kvotur, skilt á tann hátt, at felagið hevur keypt skip við rættindum frá øðrum feløgum, og hevur Næraberg sostatt ikki fingið hesar kvotur ókeypis. Tá hetta varð gjørt, var politiski viljin, at skipatalið skuldi minkast, og hetta hevur Næraberg verið við til. Tá politiska skipanin frá 2015 til 2019 umskipaði býtið av kvotum, vóru t.d. umleið 39% av felagsins svartkjafti tikin frá felagnum og útlutað til aðrar ella settar á sølulista. Fyri framhaldandi at kunna hava nøktandi kvotur, varð neyðugt at keypa nakað av hesum kvotum á uppboðssølu sum 3 og 8 ára loyvir - hesar kvotur vórðu sostatt í prinsippinum keyptar fyri aðru ferð. Gjaldið gjørdist høgt, og hetta hevur og fer at ávirka raksturin hjá felagnum, stendur í leiðslufrágreiðingini.

Í fíggjarstøðuni standa loyvir at hava eitt virði á 96 milliónir krónur.

Fíggjarstøðan javnvigar annars við 476 mió kr og eginognin er 98 mió kr.

Hanus Hansen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #