Tað tekur tvey ár at læra seg at tosa og 60 ár at læra seg at tiga
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað tekur tvey ár at læra seg at tosa og 60 ár at læra seg at tiga
- Ernest Hemingway
Vinna

Tað heldur fram at fjarða hjá einum av stóru veitarunum innan betong og betongelement í Føroyum. Úrslitið hjá Løvubetong við heimstaði á Norðskála var 2,9 milliónir krónur eftir skatt í fjør. Tað var áleið 700 túsund krónur minni enn árið fyri. Henda gongdin, við minkandi úrslitum, hevur verið seinastu fýra árini, síðani besta úrslitið sum var góðar 13 milliónir krónur í 2020. Somu ár er bruttovinningurin minkaður úr 27 mió kr til 12 mió kr í fjør.

Onki verður sagt í frágreiðingini um orsøkina til gongdina, men tað er ein sannroynd, at fleiri kappast um at veita somu tænastur sum Løvubetong.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 78 mió kr við ársbyrjan, eginognin var smáar 62 mió kr. Skuldin er lítil ella ongin og felagið hevur væl av tøkum peningi.

Regin J. Johannessen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #