Ver ikki keddur, tá konan skeldar. Kanska er tað tí, hon hevur ikki uppgivið teg heilt
- Walter Winchell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ver ikki keddur, tá konan skeldar. Kanska er tað tí, hon hevur ikki uppgivið teg heilt
- Walter Winchell
Tiltøk

Berøa: Møtirøðin í Berøa, Saltangará, við evninum Orð Guds, byrjar í kvøld.

Møtirøð verður í Berøa, Saltangará um vikuskiftið. Høvuðsyvirskriftin er “Orð Guds”, og verða ymisk vers í tí sambandi tikin framm. Tað verða Jann Johannesen, Arne Simonsen og Jens Bech sum koma at tala um evnið. Versini sum verða serliga tikin framm standa í Seinna Timoteusbræv 3,16-17, Hebrearabrævið 4,12 og Sálmur 119,160. Hesi vers lýsa ymsar síður ella eginleikar hjá Orðið Guds. 

Eisini verður góð undirtøka við sanginum. Tað verða trý kór sum koma at luttaka, Ebenezerkórið, Betesdakórið og Berøakórið. Ebenezerkórið og Betesdakórið hava mong ár á bakið. Berøakórið er eitt nýggjari kór, sum tó hevur nøkur ár á bakið. 

Skráin:

Fríggjakvøldið 6. februar klokkan 19
Evnið: Seinna Timoteusbræv 3,16-17
Talari: Jann Johannesen
Kór: Ebenezerkórið

Leygarkvøldið 7. februar klokkan 19
Evnið: Hebrearabrævið 4,12
Talari: Arne Simonsen
Kór: Betesdakórið

Sunnukvøldið 8. februar klokkan 19
Evnið: Sálmur 119,160
Talari: Jens Bech
Kór: Berøakórið

Øll eru hjartaliga vælkomin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #