Listin ger lívið lættari at liva
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Listin ger lívið lættari at liva
- úr Børkuvísum
Krutl

Nú samráðingar eru um nýggja stjórn hevur Javnaðarflokkurin sett krøv fram um útjavnandi rationaliseringar av frakt og flutningsvirksemi um føroyskan kajkant.

Eitt av hesum krøvum er úr seinasta uppskotinum hjá Nýskipanarnevndini, har formaðurin, Ben Arabo, hevur tikið yvir samráðingarnar, so Javnaðarflokkurin, har hann nú er við, ikki glíður út úr samráðingunum.

At kyrra norðanfjørðsmenn hevur nýskipanarformaðurin skotið upp, at Molin í Havn við ástandandi nýbygningi verður fluttur til Runavíkar.

Fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, er í øðini, nú tað í pálmasunnudegi hoyrdist, at Molin skal flytast - stykki fyri stykki - inn til Runavíkar.

- Eg havi ikki sovið síðani eg hoyrdi hatta, og seyðurin gongur og jarmar á trøðni, tí eg havi ikki fingið upp í lag at verið á trøðni, og heldur ikki málað nakran málning, sigur fyrrvernadi og longst sitandi borgarstjóri, og leggur afturat, at hetta er púra ørt.

Eftir truplar og harðar samráðingar, har hart stóð á javnaðarnøglum, eru partarnir í dag blivnir samdir um hetta gerðabýti, og flytingin av betong-kistunum byrjar longu í dag.

Nýggi Molin verður vígdur og tikin í brúk um ein mánaða at rokna frá í dag, tá borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, kavar av nýggja Molanum á Høgabóli.

Øll eru vælkomin til vígsluna av nýggja Molanum, sum fær navnið Tobba-Molin.

Hoyr meira um málið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #