Soleiðis verður til tíðir tikið til, tá ið eitt barn møguliga hevur tikið eina avgerð, ið ikki er góð. Munurin ímillum at vera súrur og skuffaður, kann vera torførur at fáa greiðu á, men tað botnar í at, tá ið onkur ger okkurt í móti tær, gerst tú ofta súrur, men um onkur ger okkurt sum er í andsøgn við fatanina tú hevði av viðkomandi, tá gerst man skuffaður.
Tí meta vit í SU, tað vera passandi at melda greitt út, at vit eru ikki súr inná Javnaðarflokkin, men vit eru vónsvikin og skuffaði.
Vit eru serliga skuffaði av, at Javnaðarflokkurin var ein virkin partur av, at hækka gildistíðina á fiskiloyvunum upp á 10 ár. Tað er ein hugsjónarlig fallit-erklæring. Tí hin sosialdemokratiska hugsjónin byggir á ta grundsúluna, at minka um fíggjarliga ójavnaðin í einum samfelagi, og at leingja gildistíðina er at gera júst tað øvugta. Tað er at geva virðir upp í hendurnar á teimum múgvandi, so tey kunna gerast enn tryggari og enn ríkari.
Tað er týdningarmikið fyri okkum at siga; at vit skilja væl, og sympatisera við avgerðini, um at fara í eitt samgongusamstarv við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. At hála politiska arbeiði til vinstru, og ikki seta seg uttanfyri ávirkan. Tann avgerðin var ikki løtt, ikki neyðturviligani ein háttur at fáa fleiri atkvøður v.m. Tí er tað alla æru vert, at tit tora at standa við ábyrgdini, sjálvt tá ið tað ikki er lætt.
Og vit gleðast um, at fleiri av teimum hjartamálum, ið flokkurin fór til val uppá, eisini eru við í samgonguskjalinum, harav summi av teimum longu eru í politisku stoypiskeiðini.
Men latið ongantíð sosialdemokratisku hugsjónina doyggja!
Sjálvandi skal man gera kompromiir í politikki, tað er eyðsæð. Men farið ikki uppá kompromi við okkara samleika, har vit lata høgra-vendu flokkarnar stýra skútuni.
Vit í SU vóna, at málið um gildistíðina, var eitt syrgiligt undantak. Og ikki komandi politiska meginreglan hettar samgonguskeiðið. Tí um hetta er eitt tekin um tað ið kemur, so heita vit á tykkum um, alt fyri eitt, at fara undir eina politiska sjálvransakan.
Vit í SU fara til eina og hvørja tíð, at heita á tykkum, kritisera tykkum og vegleiða tykkum, tá ið tit hava mist hugsjónaðarliga støðufesti. Tí Javnaðarflokkurin hevur verið og skal altíð vera ein sosialdemokratiskur flokkur, og ikki ein ørindadreki hjá kapitalismuni.
Sosialistisk Ung
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



