Skúlablaðið: Tá ið Bárður á Reynatrøð skuldi skriva B.Ed. ritgerð á Námsvísindadeildini í tónleiki á linju, valdi hann at skriva um morgunsang í fólkaskúlanum. Hann var forvitin eftir at vita, hvat endamálið við morgunsangi er, hvørjir næmingarnir syngja best við, hvørjir fyrimunir og vansar eru við morgunsangi umframt, hvønn týdning morgunsangur hevur fyri felagsskaparkenslu millum næmingar.
- Eg hevði tónleik á linju og hevði hug at skriva endaligu uppgávuna so ella so um felagsssang, og valdi tí at avmarka meg til morgunsang. Tí morgunsangur hevur verið bæði ein fastur og ein siðbundin táttur í føroyska fólkaskúlanum. Hóast samfelagið broytist, so síggja vit, at morgunsangurin framvegis er ein serstakur siður, ið er varðveittur og enn savnar næmingar og lærarar til eina felagsløtu á morgni. Hetta er í veruleikanum ein løta, sum allir føroyingar kenna til so ella so sum part av fólkaskúlatíðini.
Hóast morgunsangur ikki var álagdur fólkaskúlunum við lóg fyrr enn í 2019, so hevur hann altíð verið ein grundleggjandi partur av føroyskum skúlaskapi, vísir Bárður á Reynatrøð á.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



