Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Tær fýra kommunurnar mótmæla í felags skrivi til Heilsu- og orkumálaráðið avgerðini um staðsetingina av ætlaðu heilsumiðstøðini í Suðuroynni. Kommunurnar siga seg sakna eina greiða grundgeving fyri, hví ikki verður bygt víðari á Heilsumiðstøðina í Vági, sum beinleiðis verður nevnd í viðmerkingunum til nýggju heilsulógina.

Kommunurnar óttast verri atgongd til heilsutænastur í syðru helvt av oynni og krevja, at avgerðin verður viðgjørd av nýggjum. Tær vilja hava eina ítøkiliga meting av ferðing, atkomu og responstíð umframt eina frágreiðing um, hvussu kommunurnar eru tiknar við í tilgongdina.

Tær siga seg stuðla einum sterkari fakligum umhvørvi, men halda fast við, at menningin ikki má skerja atgongdina hjá borgarunum í syðru helvt, og at Heilsumiðstøðin í Vági skal vera partur av framtíðar heilsuskipanini.

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #