Eitt er at hava skund - annað er at hava skund fyri at hava skund
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt er at hava skund - annað er at hava skund fyri at hava skund
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Lyftini undan løgtingsvalinum 26. mars 2026 vóru mong, ikki minst, tá tað kom til eldraøkið og pensjónistar.

Landsfelag Pensjónista varð ikki vónsvikið hesuferð. Tvørtur ímóti.

Vit fegnast við ætlan nýggja landsstýrisins, at markið, áðrenn mótroknað verður í pensjónini hjá pensjónistum, verður hækkað úr kr. 61.900 til kr. 300.000 av allari arbeiðsinntøku.

Hetta kemur mongum pensjónistum, sum framvegis orka og tíma at verða á arbeiðsmarknaðinum, væl við.

Serliga er tað eldraøkið, ið hevur verið forsømt, og vantar arbeiðsmegi og ”heitar hendur”.

Pensjónistar eru absolutt ikki nøkur samfelagsbyrða, men sanniliga ein eldraorka. Nógv eldri fólk eru væl fyri í allar mátar og eru til stóra hjálp, tá samfelagið ikki megnar at taka sær av teim okkara, ið ikki eru so væl fyri og krevja alla ta hjálp, tey hava krav uppá.

Landsfelag Pensjónista fegnast við, at teir tríggir flokkarnir, sum í dag mynda landsstýrið, hava minst til okkum við at hækka mótrokningarupphæddina til kr. 300.000 nú samgonguskjalið í apríl varð undirskrivað.

Vit vóna somuleiðis, at ætlanin verður til veruleika skjótast gjørligt.

Beate L. Samuelsen, forkv.
Landsfelag Pensjónista
22. apríl 2026

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #