Nes kommuna: Í sambandi við, at nýggi Búfelagsskapurin á Kneysum á Toftum er liðugur, bjóðar Almannaverkið til móttøku.
Móttøkan verður fríggjadagin, tann 6. februar 2026 kl. 15.00. Adressan er Á Kneysum 4, á Toftum
Í Búfelagsskapinum á Kneysum eru 18 íbúðir umframt felags hølir.
Á skránni verða røður og framførslur, og ein góður drekkamuður verður eisini at fáa.
Húsið verður opið fyri almenninginum frá kl. 14.00 til kl. 17.00
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



