Tinganes: Mánadagin 13. apríl kl. 14.00 skipar Løgmansskrivstovan fyri almennari móttøku í Tinganesi, nú nýtt landsstýri verður skipað.
Móttøkur í stjórnarráðunum
Umframt almennu móttøkuna verða eisini høvi at hitta nýggju landsstýrisfólkini á móttøkum í ymsu stjórnarráðunum týsdagin 14. apríl.
Skráin fyri týsdagin 14. apríl er hendan:
09:00–09:50 Almanna- og bústaðamálaráðið (Undir Bryggjubakka 27)
10:00–10:50 Fíggjarmálaráðið (í Fíggjarmálaráðnum í Tinganesi)
11:00–11:50 Mentamálaráðið (Smæran)
12:00–12:50 Vinnumálaráðið (Kristnastova, Gongin 20)
13:00–13:50 Uttanríkis- og fiskimálaráðið (Loftsrúmið í Tinganesi)
14:00-14:50 Heilsu- og orkumálaráðið (Kopargøta 1)
Aðalstjórar bjóða vælkomin, fráfarandi og tilstundandi landsstýrisfólk siga nøkur orð og lata gávur, myndatøka v.m.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



