Føroyska dóttirfelagið hjá heimsins størstu alifyritøku, norska felagnum Mowi, hevði eitt gott ár í fjør har góðar 120 milliónir krónur lógu eftir á botnlinjuni til eigararnar. Tað skal samanberast við smáar 89 mió kr árið fyri. Mowi ASA segði í Q4 frágreiðingini fyri 2025, at tøkan í Føroyum var metstór.
Nettølsølan var 835 mió kr í fjør, einar 227 mió kr betri enn 2024. Men framleiðslukostnaðurin vaks eisini heilt munandi, úr 409 mió kr í 2024 til 572 mió kr í fjør. Og starvsfólkaútreiðslurnar øktust til 75 mió kr sum er góðar 13 mió kr meira enn árið fyri. Miðaltalið av fulltíðarsettu starvsfólkunum vaks sambært ársfrágreiðingini tó einans úr 74 til 76 sama tíðarskeið.
Undir framtíðarútlit sigur leiðslan, at høvuðsavbjóðingin verður at varðveita eina sjúkufría framleiðslu við støðugum denti á lágar framleiðslukostnaðir og framleiðslu av eini góðskuvøru. Felagið fer í 2026 at seta smolt út á Sandsvág, Handórsvík og Fossá.
Mowi Faroes rindaði 36 mió kr í skatti í fjør. Eygararnir fáa 30 mió kr í vinningsbýti.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 1.042 mió kr, 827 mió kr vóru eginpeningur.
Símun Hans Jákup Mikkelsen er stjóri í Mowi Faroes.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



