- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Vinna

Nemlia: Fyritøkan Nemlia hevur júst undirskrivað avtalu við Aalborg kommunu, sum nú fer at taka føroysku vælferðartøknina í brúk í øllum 35 ellis- og røktarheimum í kommununi.  

Aftaná sera væleydnaða royndartíð við føroysku vælferðartøknini hjá Nemlia í trimum røktarheimum hjá Aalborg kommunu, hevur kommunan nú tikið avgerð um at taka tøknina hjá Nemlia í brúk á øllum 35 røktarheimum í kommununi. Nemlia er valt fram um aðrar fyritøkur, og hevur sostatt bestu loysnina á marknaðinum.  

“Vit eru sera errin av, at Aalborg kommuna tekur okkara føroysku loysn í brúk á øllum røktarheimum í kommununi. Hetta vísir, at einføld og etisk korrekt tøkni, sum virðir borgaran og setur menniskja í miðdepilin, ger stóran mun á eldraøkinum. Bæði fyri borgara/búfólk og starvsfólk,” sigur Peer Bentzen, stjóri í Nemlia.  

Starvsfólkatrotið krevur nýhugsan  
Tørvurin á starvsfólkum á eldraøkinum er ovurstórur kring allan heim, og trýstið á lond, kommunur og avvarðandi bara veksur – eisini her heima. Nýhugsan er neyðug, og úr hesum tørvi er tøknin hjá Nemlia sprottin. Vælferðartøknin hjá Nemlia lættir munandi um arbeiðsdagin hjá starvsfólkum, sum arbeiða við eldrarøkt. Hetta er eisini støðan í Aalborg, og nógv orka hevur verið løgd í at kanna og meta um tøkniligar møguleikar á marknaðinum, sum kunnu hjálpa og styrkja fakligu røktina.  

Betri stundir til røkt  
Tá ið avtornaði og Aalborg kommuna skuldi velja ta talgildu loysn, sum best kann hjálpa teimum at røkka endamálinum, sum kommunan hevur sett sær fyri at koma á mál við, fall valið á loysnina frá Nemlia. Við vælferðartøknini frá Nemlia, fær kommunan styrkt fakligu røktina, tí starvsfólkini fáa betri stundir at hugsavna seg um røkt.  

Skipanin hjá Nemlia skrásetur rørslu, tyngd og annað og sendir boð, tá ið eitt búfólk ella borgari hevur brúk fyri hjálp. Fleiri týðandi fyrimunir eru við skipanini: 

Starvsfólk fáa boð, tá ið tað veruliga er brúk fyri tí, og sleppa undan óneyðugum eftirlitsrundum. Eftirlitsrundir eru orku- og tíðarkrevjandi fyri starvsfólkini, tí tær geva bara eina løtumynd.  

Starvsfólk fáa betri stundir til at gera arbeiði, sum veruliga ger mun.  

Búfólkini fáa meira frið, tí tey verða ikki órógvað uttan orsøk, og av tí sama trívast øll eisini betur.  

Skipanin er einføld og smidlig og kann tillagast eftir tørvi.  

Aalborg kommuna hevur staðfest, at hetta betrar arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum samstundis, sum tað eisini hækkar lívsgóðskuna hjá búfólkunum. Kommunan hevur sett sær fyri at taka Nemlia loysnina í brúk á øllum røktarheimum í kommununi í 2026.  

Vaksandi áhugi í Týsklandi og Danmark 
Tað er ikki bara Aalborg, sum hevur valt vælferðartøkni frá Nemlia. Fleiri kommunur og privat ellis- og røktarheim í Týsklandi hava eisini víst vælferðartøknini áhuga, og nøkur hava longu tikið loysnina frá Nemlia í brúk ella eru í gongd við at seta hana í verk. Áhugin veksur alsamt, serliga tí loysnin byggir á minst møguligt inntriv við virðing fyri bæði privatlívi og sjálvræði hjá einstaka borgaranum.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #