Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen
Politikkur

Flestu húsarhald og vinnan ynskja meira grøna orku – treytað av, at prísurin ikki fleirfaldast.
 
Húsarhald ynskja í dag at leggja um til hitapumpur og aðrar grønar loysnir. Samstundis ynskir vinnan eisini grøna orku.
 
Eftirspurningurin eftir grønum orkuskiftinum er sostatt longu til staðar.
 
Uppgávan hjá okkum sum samfelag er tí greið: Vit mugu økja útboðið av grønari orku – og gera tað til ein prís, sum bæði húsarhald og vinnan hava ráð til at rinda.
 
Men spurningurin er:
Hvussu seta vit ferð á grøna orkuskiftið uttan at húsarhaldini enda við eini elrokning, sum økist nógv?
 
Svarið er at økja útboðið og at fáa fleiri at gera íløgur í framleiðslu av grønari orku. Tað krevur tó, at karmarnir verða broyttir.
 
Í dag gongur tað ov seint at byggja nýggja grøna orkuframleiðslu. Ov fá sleppa at gera íløgur, og mannagongdirnar eru tungar og drúgvar. Tað er neyðugt at broyta lógir og reglugerðir, so loyvi til vindmyllur, vatnorku, sólorku og aðrar grønar loysnir kunnu fáast skjótari.
 
Við verandi skipan koma vit ikki á mál.
 
SEV eigur framvegis at hava ein týðandi leiklut í føroyska orkukervinum. Men samstundis eigur rúm at vera fyri øðrum at gera íløgur.
 
Eitt dømi kundi verið verkætlanir sum Eysturlund og Havsbrún. Hugsa vit okkum, at Eysturlund framleiðir grøna orku til Havsbrún, kann framleiðslan flytast gjøgnum kaðlaskipanina hjá SEV, sum eisini fær gjald fyri flutningin. Samstundis brúkar SEV sínar inntøkur til at leggja orkukervið um til meira grøna orku.
 
Á henda hátt fáa vit fleiri at gera íløgur, vit seta ferð á orkuskiftið – og SEV fær eisini meira fíggjarligt rásarúm til grønar íløgur. Alt hetta uttan at leggja størri byrðar á húsarhaldini.
 
Sjálvandi krevur hetta broytta lóggávu. Tey, sum gera íløgur, mugu eisini hava trygd fyri støðugum prísum yvir eitt langt tíðarskeið. Tað er ein fortreyt fyri at gera stórar íløgur.
 
Men á henda hátt verða tað ikki bara ætlanir og málsetningar – men ítøkilig átøk, sum flyta Føroyar fram á grøna leið.
 
Taka vit dømið við Eysturlund og Havsbrún, hevði ein slík loysn longu í 2024 minkað CO₂-útlátið við 35.796 tonsum – bara fyri mjølframleiðsluna.
 
Ein spurningur stendur kortini eftir:
Hví kann tað gerast dýrari, um SEV einsamalt skal standa fyri øllum íløgunum?
 
Orsøkin er fíggjarlig. Møguleikarnir at lána pengar til stórar orkuframleiðslur eru bundnir at fíggjarliga úrslitinum hjá felagnum, serliga EBITDA. Skal SEV einsamalt fíggja allar íløgurnar, verður einasti veruligi møguleikin at hækka elprísin fyri at fáa fíggjarligt rásarúm til at lána pening.
 
Tí er tað skilagott at lata fleiri vera við í íløguni í grøna orkuframleiðslu. Tað setur ferð á orkuskiftið – og ger tað møguligt at halda elprísinum niðri.
 
X við A - framtíðin er jú grøn ;)

Fróði Magnussen valevni hjá Fólkaflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #