Eitt er at hava skund - annað er at hava skund fyri at hava skund
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt er at hava skund - annað er at hava skund fyri at hava skund
- úr Børkuvísum
Vinna

(savnsmynd)

(savnsmynd)

(savnsmynd)

Seinastu dagarnar hava smábátar biðið um hjálp óvanliga ofta, kanska hongur tað saman við góða veðrinum, góðum fiskiskapi og -prísi.

Mánadagin fór ein bátur vestanfyri at leka og maðurin umborð bað um hjálp. Ein bátur nærhendis var biðin um at sigla til bátin ið lak og liggja klárur at veita hjálp um neyðugt. Rescue Sverri kom til hjálpar, og sleipaði bátin ið lak inn á Miðvág.

Fyrradagin steðgaði ein upp norður úr Stakkinum. Vørn skrivar soleiðis um hendingina:

- Ein einsamallur maður umborða á einum tróðarabáti fekk trupuleikar við motorinum 1/2 fj norður úr Stakkinum. Rescue Vón var sendur eftir bátinum og fekk hann trygt inn til Eiðis.

Í gjár bað ein bátur staddur eystur úr Hvalnesi á Sandoynni um hjálp. Arbeiðsbáturin hjá Brimli sleipaði bátin til lands.

Og eisini í gjár sleipaði Rescue Vón ein bát, sum var staddur 9 fjórðingar úr Kallinum tá hann fekk maskintrupulleikar, til lands.

Tíðliga í morgun fekk ein smábátur trupuleikar við motorinum í ein landnyrðing úr Fugloynni. Rescue Ziska var sendur eftir honum og fekk hann trygt inn til Hvannasunds.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #