Í morgin verður stormur av høgum vestri, regn og hitin um 5 stig.
Týsdagin millum sunnan og útnyrðing, heldur minni vindur, okkurt æli og hitin um 5 stig.
Mikudagin strúkur í vindi millum vestan og útnyrðing, okkurt æli og hitin 2-4 stig.
Hósdagin lot eystaneftir, kalt, um 2 stig, okkurt einstakt æli.
Fríggjadagin frískar hann vindin av eystri, turt og hitin um 4 stig.
Næsta vikuskifti verður nógvur vindur av útnyrðingi, vátaslettingsæl og hitin um ella beint omanfyri frostmarkið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



