Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Dennis Holm, løgtingsmaður 
Svarari:  Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum 
Evni:  BMI og lívstrygging

Spurningar:   
1. Metir landsstýrismaðurin tað vera í lagi at nokta fólki lívstrygging orsakað av ov høgum BMI?

2. Um nei, hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við avbjóðingina við, at fólk við ov høgum BMI fáa noktað lívstrygging?  

Viðmerkingar: 
Í apríl 2024 lat Heilsustýrið úr hondum frágreiðingina Úrslit úr ”Hvussu hevur tú tað?” frá 2023 við undirheitinum “Tøl um vekt hjá føroyingum”. Sambært kanningini eru føroysku BMI-tølini ikki góð. 66% av fólkinum hava eitt BMI, sum er 25 ella hægri.

Við teim 66% av fólkinum, ið hava BMI uppá 25 ella hægri, liggja Føroyar millum ovastu londini í einum yvirliti hjá OECD, oman fyri øll hini Norðurlondini og á støði við USA og Bretland.

Kanningin vísir eisini, at tað í 2023 vóru 23% av fólkinum í Føroyum, sum høvdu eitt BMI hægri enn 30, sum sambært BMI-skalanum vísir til, at man er í stórari yvirvekt.

Í 2016 vóru tað 18%, sum høvdu eitt BMI hægri enn 30.

Gongdin við hækkandi BMI er hin sama kring allan heim – ikki bara í Føroyum. BMI er í hesum sambandi eitt brúkiligt amboð at samanbera broytingar hjá eini fólkamongd ella sum samanbering millum lond.  

BMI er hinvegin púrasta óbrúkiligt at meta um heilsustøðuna hjá einstaklingum, hevur Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya víst á. BMI tekur m.a. ikki hædd fyri býti av feitti og vøddum í kroppinum, og tí skal fyrivarni takast fyri at brúka BMI á einstaklingastigi, vísir Heilsustýrið eisini á.  

Hóast hetta, so eru tað fleiri føroyingar, sum fáa noktað at tekna eina lívstrygging orsakað av ov høgum BMI. Við vaksandi tali av føroyingum, sum hava eitt høgt BMI, er tað sannlíkt, at alsamt fleiri fara at fáa noktað møguleikan at tekna lívstrygging orsakað av ov høgum BMI.

Spurningurin er so, um tað er í lagi at diskriminera og nokta lívstrygging orsakað av ov høgum BMI?

Tí hesar spurningar til landsstýrismannin. 

Á Løgtingi, 18. februar 2026 
Dennis Holm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #